Sjóvarmálin er eitt paradís hjá sjósvimjarum, kajakrógvarum, kavarum, róðrarfólki, bátafólki og hjá fólki, sum bara hava hug at njóta samanrenningina millum hav og land. Tí skal Tórshavnar kommuna tryggja, at sjóvarmálin er reinur og atkomiligur hjá øllum.
Tórshavnar kommuna má somuleiðis tryggja, at umstøðurnar til at íðka hesi ítriv eru so góðar um møguligt, við trygd, skiftirúmum og at tað verður lætt at koma í og úr sjónum.
Í Tórshavnar kommunu eru vit so heppin, at vit hava fleiri bryggjur, fjørur, sand, smáar kaiir, havnir og smábátahavnir.
Svimjing á sjónum hevur ment seg nógv seinastu árini. Heilt nógv fólk svimja dagliga á sjónum í Hoyvík, í Saenskovndágerði og á Gomlurætt.
Onkur svimur á Velbastað, í Kirkjubø. Og í Kollafirði svimja nøkur. Fyri havsvimjarar er Kaldbak ein sonn perla. Har hava nakrir menn gjørt ein heitan pott, sum til ber at leiga og so ber til at svimja í bátahylinum.
Fyri góðum trimum árum síðani byrjaðu fólk at svimja í Hoyvík, har umstøðurnar at svimja eru góðar. Har er friðarligt og vøkur náttúra. Á lítlu kaiini eru tveir stigar, so til ber at koma upp á land á báðum síðunum.
Í Hoyvík bleiv Havsvimjifelagið 365 stovnað í mai 2010 við tí endamálið at menna áhugan fyri sjósvimjing og at menna umstøðurnar í Hoyvíkini við skiftingarhøli og øðrum.
Havsvimjifelagið hevur skipað skiftingarrúm í einum lántum neysti. Fyri at brúka neystið krevst limaskapur í felagnum.
Á Gomlurætt verður svomið út frá eini bátabrúgv. Umstøðurnar at svimja har eru góðar, tó skulu svimjararnir laga seg eftir bátaferðsluni. Í Sandagerði svimja heilt nógv fólk, har eru svimjiumstøðurnar sera góðar. Ein træbrúgv er sett upp í eini royndartíð eitt ár, sum svimjarnir eisini brúka.
Tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin, at karmarnir fram við sjóvarmálan eru so góðir og tryggir sum gjørligt hjá øllum íðkandi. Hjá sjósvimjarnum er størsta ynski at fáa betri skiftingarumstøður.