Fiskirannsóknarstovan hevur latið úr hondum ársrit sítt, Sjóvarmál Umframt at vísa tilmælið hjá Fiskirannsóknarstovuni fyri fiskiárið 2008-2009, viðgerð ársritið hjá Fiskirannsóknarstovuni hesuferð m.a. havhest, sum doyr á línu, um fiskur skal blóðgast áðrenn kryvjing og nebbasildina, sum bindilið millum stór og smá.
Til ber at taka ritið niður á alnetinum, www.frs.fo. Tað kann eisini fáast í prentaðari útgávu við at venda sær til Fiskirannsóknarstovuna verður sagt á heimasíðuni.