Sjóvarfalsmyllan næstan klár

Seinni í mánaðinum fer smápartafelagið FTPP at leggja eina sokallaða sjóvarfalsmyllu út í Vestmannasund. Myllan verður gjørd á bedingsvogninum í Vestmanna, og arbeiðið er komið so mikið langt, at ætlandi verður myllan sett út umleið tann 20. mars og í seinasta lagi fyri páskir.

Tað skrivar Vestmanna Kommuna á heimasíðuni.

Í fyrraárið fekk FTPP stuðul frá innlendismálaráðnum til eina royndarverkætlan í minni stødd, og nú er so ætlanin at royna ætlanina í fullari stødd.

Myndina tók Birgir Waag Høgnesen