Í Sjóvar kommunu hava tey nú samtykt fíggjarætlanina fyri 2018 - við einum skattaprosenti á 21, og einum barnafrádrátti, sum fer úr 6.000 upp í 7.000 krónur.
Inntøkurnar hjá kommununi fyri 2018 eru mettar til stívliga 45 miljónir krónur, og útreiðslurnar verða væntandi stívliga 41 miljónir krónur.
Væntandi verður eitt avlop í rakstrinum fyri 2018 á góðar 4 miljónir krónur.
Samlaðu íløgurnar verða stívliga 22,7 miljónir, og avdráttir í 2018 verða góðar 3,5 miljónir krónur. Hetta gevur eitt hall á góðar 22,2 miljónir krónur, sum verður fíggjað við lántøku.
Nú Eysturoyartunnilin nærkast, arbeiðir Sjóvar kommuna við tveimum útstykkingum, sum ivaleyst verður størsti íløguposturin í 2018.
Stórur áhugi er fyri at seta búgv í Sjóvar kommunu, og hetta fer eisini at seta krøv til dagstovnin, sum fyri ikki so nógvum árum síðan var ríkiliga stórur.









