Bygdaráðið í Sjóvar kommunu hevur samtykt at spara stuðul til borgararnar Sjóvar kommuna hevur samtykt at taka stuðulin til teirra, ið hava lestrarørindi uttanlands. Samstundis er avgjørt at taka av stuðulin til til fótarøkt.
Kommunan sigur á heimasíðuni, at skipanin hevur verið tann, at borgarar í kommununi,
ið hava havt lestrarørindi uttanlands, eftir umsókn hava fingið 1.500,00 kr. í stuðli, og at pensionistar, ið fáa fótarøkt, hava fingið 2/3 av gjaldinum endurgoldið
frá kommununi.
Men nú hevur bygdaráðið í Sjóvar kommunu samtykt at strika tær báðar stuðulsskipaninar.