Sjøtul settur á Føroya Sjómannadag í kvøld

Sjøtul verður settur á Føroya Sjómannadag í kvøld, tá Símun Absalonsen og Arni Poulsen frá Grannskoðaravirkinum Nomo leggja fram í deildini hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík. Framløgan kallast Fiskivinnan og framtíðin - fyrimunir og vansar við ymiskum skipanum. 

 

 

Hesa vikuna verður sett fokus á fiskivinnu við politiskum orðaskiftum, og í vikuskiftinum verður long og fjølbroytt barnavinalig skrá við tiltøkum, so sum stórt vatnkríggj millum bátar og skip, fiskikapping, Føroya átliligista fiskaborð og ókeypis fiskur og kips. 

 

 

Endamálið við Føroya Sjómannadegi er millum annað at nøra og varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi.