Sjósvimjarar hittast á Glyvrum

Seinasta dagin í oktober er ætlanin at sjósvimjarar úr øllum landinum skulu hittast á Glyvrum.

Í sambandi við mentanarstevnuna FaroExpo verður skipað fyri sjósvimjing á Glyvrum sunnudagin 31. oktober. Tiltakið byrjar kl 14.00, Torbjørn Jacobsen bjóðar vælkomin.

- Tiltakið er serliga ætlað teimum, sum vanliga svimja á sjónum, men øll eru vælkomin. Aldur hevur einki at siga, men heilsan má verða góð, serliga er tað fólk við høgum blóðtrýsti og hjartasjúkum sum skulu ansa sær við einum ísakøldum sjokki, siga fyrireikararnir.

Øll, ið ynskja eitt brúsubað aftaná svimjingina kunnu nýta brúsurnar hjá kappróðrafelaganum á Glyvrum.