Hóast fiskimálaráðharrin virðismetir høgt tað arbeiðið, sum verður gjørt á Sjósavninum, so heldur hann, at Sjósavnið eisini skal vera við til at bøta um hallið hjá landskassanum. Tí verður játtanin skerd úr 300.000 krónum niður í 200.000 krónur.
Nú er fiskimálaráðharrin klaksvíkingur, og tí kundu vit freistast at misteinkja hann fyri at halda, at »neyðugu karmarnir« til eitt sjósavn sjálvandi eru í Klaksvík. Hvat tá? Klaksvíkin er jú okkara fiskivinnuhøvuðsstaður...
Ein trupulleiki er tó, um Klaksvíkar kommuna vil – eins og Tórshavnar kommuna gjalda út við eina millión til eitt slíkt sjósavn um árið, sum bara fær 200.000 krónur frá landsstýrinum – sama landsstýrið, sum av somu fíggjarlóg ætlar at brúka 486.000 krónur soleiðis, at Karsten Hansen, Bjørn Kalsø og Jákup Mikkelsen kunnu koyra í hvør sínum bili til Havnar til arbeiðis. Altso bara skattafríu koyripengarnir til teir tríggjar eru tvær og eina hálva ferðir játtanina til Sjósavnið.
Atlso: Politikkur er ein spurningur um raðfesting.
Altso Kaj Leo Holm Johannesen: Kanska vit høvdu tikið landsstýrið eitt sindur meira í álvara, um tit sópaðu fyri egnum durum. Skerjast skal á so mongum konti, sigur fiskimálaráðharrin. Hvat við at skerja guddommilugu koyripengarnar hjá landsstýrismonnum?