Undir fíggjarlógarviðgerðini eru nýggj rakstrarstøð stovnað til sjósavnið á Argjum og Krígssavnið í Vágum. Tvey nýggj søvn síggjast eftir fíggjarnevndarviðgerðina á uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2011.
Tey bæði søvnini, sum nú fáa rakstrarstuðul, eru Krígssavnið, sum fær 100 túsund krónur og Sjósavnið, sum fær 300 túsund krónur.
Um Krígssavnið verður sagt soleiðis í álitinum:
Einstaklingar stovnaðu fyri nøkrum árum síðani Krígssavnið í Vágum. Savnið heldur til í Miðvági. Longu nú hevur tað við sjálvbodnari arbeiðsmegi borið til at fingið skipað eitt áhugavert savn, sum serliga lýsir viðurskiftini í Føroyum stríðsárini seinru. Í 2011 verður latin
ein stuðulsjáttan á 100 túsund krónur.
Um Sjósavnið verður sagt soleiðis í álitinum:
Sjósavnið á Argjum hevur verið til og virkað í nøkur ár, og rættiliga stórur áhugi hevur verið fyri tí virksemi, sum fer fram í húsinum. Tórshavnar kommuna hevur stuðlað virkseminum hesi árini, men fyri tað mesta stendur og fellur møguleikin hjá savninum við og av áhuganum hjá sjálvbodnari arbeiðsmegi. Virksemið er nú vorðið so stórt og víðfevnt, og so nógvar vitjanir eru úr øllum landinum, serliga av skúlaungdómi, at áneyðir eru fyri, at
almenni myndugleikin stuðlar Sjósavninum við tí ætlan, at Føroyar eiga at hava eitt skipað tilboð á hesum økinum, sum er so sjálvsagt í einum landi, ið er so nær knýtt at havinum og tí, sum úr tí kemur. Í 2011 verður latin ein stuðulsjáttan á 300 túsundi krónur.