Sjósavnið og fíggjarlógin

Bjarni Djurholm, formaður í Løgtingsins Mentanarnevnd
---------
Sjósavnið er sjálvsagdur partur av gerandisdegnum, her meginparturin av tilverugrundarlagnum er kjølfest í tí, sum úr havinum kemur.

Sambært fíggjarlógini, so er ætlanin at skera Sjósavnið við 100túsund kr. Sparingin sýnist at verða framd av handahógvi, har landsstýrismaðurin yvir ein kamb hevur skorið av ymsum rakstrarkontum.
Samanborið við týdningin hetta savn hevur fingið fyri ung sum eldri í arbeiðinum at fremja áhuga fyri og vitan um fiskasløg og lívið á landgrunninum, so er niðurskurðurin ikki serliga væl umhugsaður.
Sammett við raksturin á fíggjarlógini, so er heldur einki er til hindurs fyri at finna upphæddina innanfyri játtanarkarmarnar.
Arbeiðið í Sjósavninum verður skipað av eldsálum, sum fyri sera avmarkaðar midlar í fleiri ár hava megnað at latið ein glugga upp fyri vitjandi, har ein nýggjur og læruríkur heimur er opinberaður fyri hugaðum vitjandi.
Umframt at vekja forvitni og íblástur, so er Sjósavnið eisini so sjálvsagdur partur av gerandisdegnum hjá okkum, her meginparturin av okkara tilverugrundarlagi er kjølfest í tí, sum úr havinum kemur.
Tí eigur eingi ivi at vera um, at Sjósavnið eisini í 2012 fer at fáa somu fíggjarsømdir, sum savnið hevur fingið í inniverandi ári. Alt annað er órímiligt.

Við nýggjárskvøðu