Johan Mortensen, Valevni fyri Tjóðveldi
-----
Sjósavnið úti á Argjum hevur verið til sera stóra gleði fyri ung og vaksin síðan hetta byrjaði. Vit mugu ikki gloyma, at tað er havið og fiskivinnan sum Føroyska samfelagið livur av og tað er av stórum týdningi at okkara uppvaksandi ættarlið fær ans og áhuga fyri havinum.
Tað er kortini at harmast um hvussu lítlan áhuga og virðing sitandi Býráð hevur sýnt Sjósavninum sum er eitt so stórt aktiv fyri Havnina. Var tað ikki fyri stóru idealismuna hjá leiðaranum av hesum savnið var tað neyvan opið ídag. Sjósavnið eigur at fáa eina munandi størri játtan og sømdir so tað kann vaksa og mennast og framhaldandi skapa gleði og nøgdsemi. Eisini er eitt nútímans sjósavn sera áhugavert í ferðamannavinnuhøpi.
Tann sum ferðast í Íslandi varnast skjott at hvør litil bygd hevur okkurt savn. Hetta er áhugavert og mennandi bæði fyri samleika íslendinga og eisini stóran týdning fyri ferðamannavinnuna.
Havnin hevur onki Býarsavn og ger hetta Havnina fátækari. Fyri nøkrum árum síðani var ávíst arbeiði gjørt á hesum øki, men datt tað so niðurfyri. Eg vil arbeiða fyri at seta gongd á aftur hetta arbeiði.
Sjósavnið og eitt gott Býarsavn økja um trivnaðin og stoltleikan í okkara Havn.










