Føroya Sjósavn í íshúsinum á Argjum letur upp fyri almenninginum annan páskadag. Eitt hitt besta tilboði á ólavsøku í fjør, verður nú fast tilboð hvørt vikuskifti.
Endamálið við Føroya Sjósavni er at økja um áhugan, og helst eisini vitanina, um tað, sum livir í sjónum kring okkum. Hetta sigur áhugabólkurin, sum hevur tikið stig til verkætlanina, á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu.
Stigtakararnir siga, at ætlan teirra er at gera savnið til eitt stað, har millum annað skúlaflokkar, barnagarðsflokkar og aðrir bólkar kunnu koma á vitjan, eins og sjálvandi eisini møguleiki skal vera hjá almenninginum at vitja savnið.
Tey sum vitjaðu savnið á ólavasøku minnast, hvussu áhugavert tað var at síggja karið við skeljadjórum, so sum jákupsskeljum, gjari og ymsum ryggleysum dýrum eins og fiski, sum livdi í hesum karinum.
Savnið letur upp fyri almenninginum mánadagin 9. apríl millum kl. 14.00 og 18.00.
Framyvir verður savnið opið leygardagar kl.13.00-16.00 og sunnudagar 14.00-17.00.
Kostnaður: Vaksin 50 kr. og børn 30 kr.
Stovnar og skúlar kunnu ringja og bíleggja sær eina tíð á tel. 520419.
Tórshavnar kommuna er høvuðsstuðlari hjá savninum.









