Fimta umfar var fyrsta vónbrotið hjá føroyingunum í talvolympiaduni í Baku í Aserbadjan.
Í dag telvaðu okkara menn ímóti Algeria, sum verður roknað at vera umleið eins væl fyri og tað føroyska.
Eftir tvey tap ímóti stinnum talvtjóðum og tveir sigrar ímóti veikari liðum taptu Føroyar í dag 2 ½ 1 ½ ímóti Algeria.
Einasti føroyingurin, sum vann fulla úrtøku, var Sjúrður Thorsteinsson (2187), sum á fjórða borði vann á Chafik Talbi (2184).
Helgi Dam Ziska telvaði remis á fyrsta borði ímóti mótstøðumanni, sum hevur lægri styrkistal enn Helgi. Talið hjá besta føroyska telvaranum er 2546, meðan tað hjá Adlane Arab er 2493.
John Rødgaard (2345) tapti ímóti Oussedik (2280), og Jóan Hendrik Andreasen (2239) tapti ímóti Bengherabi (2241).
Í morgin verður frídagur. Sætta umfar verður hósdagin, og so verður hildið fram inntil týsdagin, tá ið kappingin endar.









