TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var beinleiðis á Rás2 við veteranin hjá EB/Streymi, Sjúrður Jacobsen, sum saman við liðfeløgunum tapti 0-3 ímóti NSÍ við Margáir í Streymnesi í dag.
Sjúrður Jacobsen viðgongur, at avrikið var ikki nakað serligt hjá EB/Streymi í dag, serliga ikki í fyrra hálvleiki, tá NSÍ var á odda 2-0.
Men hann heldur, at ungu liðfelagarnir hava nógv í sær, sum fer at síggjast á vøllinum í framtíðini.