Ein av størstu fótbóltsdøgunum í árinum er nú uttan dyst. B36 skal spæla móti Besiktas í Evropa, og dysturin móti 07 Vestur – 29. juli – er útsettur. Hvørki AB ella HB hava flutt sín dyst, men tað er av ymiskum orsøkum
“Ólavsøkan er løgd fyri okkum”. Tað sigur Sjúrður Olsen, formaður í FC Argjum, sum rekur besta liðið hjá AB. Argjamenn vilja gjara hava tær inntøkurnar, sum nú eina ferð lata seg gera, men í hesum førinum stendur ov nógv upp á spæl.
-Vit vita væl, at vit høvdu fingið fleiri áskoðarar, um vit fluttu dystin til ólavsøkudag. Trupulleikin hjá okkum er, at vit hava langtsíðani lagt alla ólavsøkuna. Eitt er, at spælararnir hava gjørt sínar planir saman við eitt nú familjum og øðrum, men vit hava eisini sum felag lagt allar smálutirnar í samband við arbeiði í básum og sølustøðum hjá AB. Tú kanst ímynda tær hvussu torført tað hevði verið, at umskipað alt nú. Vistu vit hetta fyri einum mánaði síðan, so var ongin trupulleiki, sigur Sjúrður Olsen og leggur afturat:
-Spælararnir vilja tí heldur spæla 27. og vit hava meiri brúk fyri stigunum móti Suðringunum, enn eykainntøkunum, sigur formaðurin í FC Argjum.
Upprunaliga ætlaði AB at leggja dystin klokkan 18, men Suðringar hava rætt til at krevja, at tíðinarásetingin passar við siglingina hjá Smyril. Fríggjadagin siglir Smyril av havnini klokkan 18.30. Tí skal dysturin byrja í seinasta lagi klokkan 16.
-Tað er keðiligt, tí tað tekur nógv av ólavsøkudáminum, at vit skulu spæla so tíðliga á einum vanligum arbeiðsdegi. Suðringar vilja ikki spæla klokkan 18 og teir fáa stuðul frá Fótbóltssambandinum til tað, sigur Sjúrður Olsen at enda.
16. umfar í Betri-deildini:
27/6:
Víkingur – EB/Streymur 3-1
27/7:
KÍ – Skála (Kl 18.00) Beinleiðis á FM1
AB – Suðringar (Kl 16.00) Beinleiðis á FM1
28/7:
HB – NSÍ (Kl 18.30) Beinleiðis á FM1
Útsettur:
B36 – 07 Vestur