Sjúrður spyr um blokkin

Sjúrður Skaale, fólka­tings­mað­ur, sum eisini er for­mað­ur í Før­oy­a­nevnd­ini á Fólka­tingi, hevur sett danska fíggj­armálaráðharranum, Bjarne Corydon, fyr­i­spurn­ing um fast­fryst­ing­ina av rík­is­vei­t­ing­ini.

Hann vísir í spurninginum á, at blokkstuðulin til Føroya hev­ur ver­ið fast­fryst­ur í krón­um og oy­r­um síð­ani 2002 og verður tí ikki prís­tals­við­gjørd­ur. Hann vil tí hava ráð­harr­an at upp­lýsa, hvussu stóra upp­hædd Før­oy­ar »missa« or­sak­að av fast­fryst­i­ng­ini av blokkinum.
Eisini spyr hann, hvør út­rokn­ing­ar­hátt­ur skuldi ver­ið nýtt­ur, um hann skuldi ver­ið prí­s­tals­við­gjørd­ur­, eins og hann spyr, hvør út­rokn­ing­ar­hátt­ur varð nýtt­u­r áðr­enn 2002.
Spurningurinv arð settur 26. ok­to­ber, og svarfreistin er fýra vikur.