Hóast danska stjórnin fyrr í vikuni upplýsti í svari til Sjúrða Skaale, fólkatingslim fyri Javnaðarflokkin, at tey ikki meta, at tað er í stríð við altjóða konventión um ættleiðing, at tvær systrar, sum eru ættleiddar til føroysk foreldur í Italia, ikki fáa automatiskan ríkisborgararætt, so er síðsta orðið í málinum ikki reiðiliga sagt enn.
Eftir svarið frá stjórnini, hevur fólkatingslimurin nevniliga sett Inger Støjberg, danska útlendinga- og intergrationsráðharran, ein fyrispurning, um stjórnin hevur nakra ætlan um at broyta galdandi lóggávu.
- Har ministeren til hensigt at indføre et retskrav på automatisk statsborgerskab i lighed med indfødsretslovens § 2A, stk. 1, for børn, der adopteres af en dansk statsborger, som er bosat i udlandet, og hvor adoptionen ikke er gennemført med henblik på adoption til Danmark i overensstemmelse med Haager-adoptionskonventionen af 1993, evt. under forudsætning af, at adoptionen anerkendes i Danmark?
Fríggjadagin 24. mars bar í Sosialinum til at lesa søguna um hjúnini Heidi og Regin Guttesen. Í 2013 byrjaðu tey ættleiðingartilgongdina og í 2015 gjørdust tvær systrar úr Filipsoyggjunum partur av familjuni. Familjan búði tá, sum nú, í Italia og síðani hava tey stríðst við at fáa til vega ríkisborgararætt til genturnar. Hetta vísti seg at vera sera trupult, hóast ættleiðingin varð góðkend í bæði Italia og Danmark.
Tá fekk familjan at vita, at um børnini vórðu ættleidd til Danmark í staðin, so høvdu tær fingið ríkisborgararætt automatiskt. Men av tí, at ættleitt varð til Italia, so skuldi søkjast um ríkisborgaraskapin á jøvnum føti við eitt nú flóttafólk.