Sjúrður Skaale tryggjar Thorning valdið í Danmark

Vit fara ikki at misbrúka støðuna, men tað kunnu koma mál fyri, har vit fara at gera okkara krøv galdandi, sigur Sjúrður Skaale, sum saman við grønlendsku umboðnum lyftir nýggju stjórnina upp um tey 90 umboðini á Fólkatingi

Reyði blokkur á Fólkatingi hevur bara 89 fólkatingsumboð vald í Danmark, og harvið er hvørki reyður ella bláur meiriluti í Danmark. Tey bláu hava 86 tingsessir. Tí hava Sjúrður Skaale saman við grønlendsku umboðunum avgerandi atkvøðurnar fyri, at Helle Thorning-Schmidt kann verða vald til forsætisráðharra. Tær tríggjar atkvøðurnar úr Føroyum og Grønlandi lyfta nýggju samgonguna upp um teir neyðugu 90 tingsessirnar fyri at fáa meiriluta í Fólkatinginum.
Hetta er matematiski veruleikin í Danmark, og soleiðis er Sjúrður Skaale komin í eina lyklastøðu, har hann – saman við grønlendsku umboðunum – er avgerandi atkvøðurnar undir stjórnini.

– Vit hava sjálvandi gjørt vart við hetta, at tað kunnu koma mál, har vit mugu brúka hesa støðuna, sigur Sjúrður Skaale, sum tó leggur dent á, at tey fara ikki at »blackmaila« seg til vald við at misbrúka hesa støðuna, men at tey fara at brúka hana við virðing.

– Vit skulu eisini minnast til, at umboðini í Føroyum og í Grønlandi eru ikki vald upp á eftirløn, ella betalingsring um Keypmannahavn, ella upp á 12 minuttir-ætlanina hjá danska Javnaðarflokkinum og SF. Vit eru vald upp á onnur mál, eitt nú makrelmálið, sum vit skulu hava eina loysn uppá, sigur Sjúrður Skaale.

Um vikuskiftið hava Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, og Aksel Johannesen, formaður Javnaðarfloksins verið á fundi við danska Javnaðarflokkin. Teir tosaðu fyrst við Carsten Hansen, sum er formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum og síðani við Helle Thorning-Schmidt, forkvinnu floksins. Sjúður Skaale sigur, at tingingarnar endaðu við, at ein avtala varð gjørd millum partarnar, sum sigur, at Javnaðarflokkurin verður sjálvstøðugur flokkur á fólkatingi, men at hann verður í tøttum samstarvi við danska Javnaðarflokkin.

Sjúrður Skaale kann verða við á øllum tingbólkafundum og virksemi annars hjá flokkinum, og hann kann eisini vera við í nevndarbýtinum.

– Men eg fari ikki at blokera fyri nøkrum nevndarsessi. Eg havi ikki gjørt av enn, um eg skal hava nakran fastan nevndarsess, ella um hvønn eg skuldi havt. Hinvegin havi eg fingið váttan fyri, at eg altíð kann fáa sæti í nevndum, tá føroysk mál verða til viðgerðar, sigur Sjúrður Skaale.
Tað merkir, at ein limur í Javnaðarflokkinum víkir sæti fyri Sjúrði Skaale, tá serliga føroysk mál verða til nevndarviðgerðar.

Avtalan, sum gjørd er millum partarnar sigur millum annað, at Sjúrður Skaale:
• er partur av reyða blokkinum á Fólkatingi, men at tað stendur honum frítt at atkvøða sum hann vil í øllum málum,
• hevur síni egnu starvsfólk undir sær,
• hevur atgongd til allar bólkafundir og øll tiltøk annars - bæði innlendis og altjóða – hjá danska Javnaðarflokkinum,
• hevur samband við framsøgufólk og ráðharrar - herundir forsætisráðharran - hjá danska Javnaðarflokkinum um mál, sum viðvíkja Føroyum,
• umvegis danska Javnaðarflokkin fær atgongd til allar tingnevndir, tá mál av týdningi fyri Føroyar eru til viðgerðar,
• kann samstarva frítt við aðrar flokkar - herundir vera við í samstarvi sum tí, ið verið hevur í Norðuratlantsbólkinum.

Á fundunum vóru eisini fleiri ítøkilig, politisk mál umrødd - eisini mál, har hugsast kann, at Danmark og Føroyar ikki hava somu áhugamál. Avgjørt varð, at tættur dialogur skal vera um hesi málini, soleiðis at tey kunnu loysast á nøktandi hátt fyri allar partar.

Formaður og fólkatingsmaður Javnaðarflokins eru sera væl nøgdir við tað, sum er komið burturúr um vikuskiftið.
– Vit hava nú lagt arbeiðið soleiðis til rættis, at vit fáa maksimalt burtúr fólkatingsessinum. Bæði tá tað snýr seg um politiska ávirkan, og tá tað snýr seg um upplýsing og at umboða føroysk sjónarmið í Danmark og aðrastaðni, sigur Sjúrður Skaale.