Summar Festivalurin
Aftur í ár verður tað Sjúrður Skaale, ið verður frásøgumaður á stóra pallinum á Vágsbøi, tá Summar Festivalurin verður um vikuskiftið. Sjúrður var eisini frásøgumaður í fjør, og hetta var sambært honum ein stuttlig uppliving.
- Tað var stuttligt, mjørkin gjørdi, at tað alla tíðina var nær við at miseydnast. Onkur bólkur sat í Kastrup frá klokkan 8 um morgunin, onkur endaði í Íslandi, onkur endaði í Noregi og onkur endaði bæði í Íslandi og Noregi, og so varð eitt eyka flogfar sett inn. Alla tíðina var tað ein balansa millum succes og fiasko, men í flestum førum koppaði tað rætta vegin, og tá var tað stuttligt. Humørið var eisini høgt alla tíðina. Tað var stuttligt, tá Johnny Deluxe skuldi á pallin og Roger Hodgson samstundis kom við tyrlu flúgvandi yvir konsertøkið, meðan útgerðin hjá honum kom við rasarabili úr Vágum. Sjálvt um konsertin við Hodgson ikki endaði fyrr enn um fimm tíðina sunnumorgunin, so eydnaðist tað, og kendist tað gott at standa har og hoyra hann, ikki tí tað var tann tónleikaliga besta konsertin, men humørið var høgt, greiður Sjúrður frá.
Royndi undirhaldarin og frásøgumaðurin ræðist ikki, at skula á pall framman fyri 10.000 áskoðarum.
- Nei, tað er einki problem. Eg havi fyrireikað meg við at lesa eitt sindur uppá um bólkarnar, og tað uppgávan er ikki so trupul, tá alt riggar. Tann veruliga avbjóðingin kemur tá okkurt ikki riggar.