Sjúrður Skaale á fólkating týsdagin

Nýggi fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldinum fer úr løgtinginum so leingi hann er fólkatingsmaður. Hann fer beinanvegin undir at kanna, hví føroyingar uttanlands ikki flyta heimaftur. Sjúrður Skaale verður fólkatingsmaður fram til september

POLITIKKUR: Á fundinum í Fólkatinginum týsdagin í komandi viku fer Fólkatingið at atkvøða um at geva Sjúrði Skaale sæti fyri Høgna Hoydal og Annitu á Fríðriksmørk. Høgni Hoydal má leggja fólkatingssessin frá sær, tí hann er vorðin landsstýrismaður, og Annita á Fríðriksmørk verður í barnsburðarfarloyvi fram til september.

Sjúrður Skaale er valdur á ting, men hann hevur alment boðað frá, at hann ikki ætlar bæði at verða løgtingsmaður og fólkatingsmaður.

Fyribils verður Sjúrður Skaale bara løgtingsmaður í eina viku afturat.

Eitt tað fyrsta sum verður á skránni í Fólkatinginum er fíggjarlógin, so Sjúrður Skaale sleppur beint í eldin.

Hann kennir kortini væl til fólkatingsarbeiðið, tí hann hevur starvast sum skrivari hjá Norðuratlantsbólkinum.

- Eitt tað fyrsta eg fari at gera, verður at fara víðari við kanningini av, hvussu nógvir føroyingar búgva uttanlands. Tann fyrra kannigini var ein kvantitativ kanning, har vit bara kannaðu, hvussu nógvir føroyingar eru uttanlands. Eg ætli mær at kanna, hví so nógvir landsmenn velja ikki at flyta heimaftur. Fyri at kunna loysa trupulleikan, so mugu vit kenna orsøkirnar til, hví so nógvir føroyingar velja at búseta seg uttanlands, sigur Sjúrður Skaale.

Hann fer í næstum at søkja eftir studentum, sum kunnu vera við í hesum arbeið. Sjúrður Skaale sigur, at tá fólkatingsmenn fara undir slík arbeiði, so kunnu teir søkja um eina játtan frá formansskapinum, og metir formansskapurin, at her er talan um relevant politiskt arbeiðið hjá einum fólkatingspolitikkara, so verður játtan latin.

Sjúrður Skaale sigur, at størsti trupulleikin hjá okkum er, at fólkatalið stendur í stað, tí landsmenn ikki flyta heimaftur.

Umframt at vera sera virkin í fólkatinginum – at luttaka í orðaskiftum og at seta fram fyrispurningar, so ætlar Sjúrður Skaale at vera sera virkin í uttanparlamentariska arbeiðinum, sum hendan kanningin av føroyingum uttanlands er eitt dømi um.

Sjúrður Skaale heldur, at fólkatingsessurin er ein týdningarmikil sessur, tí tað er so nógv arbeiði, sum ein føroyskur fólkatingsmaður kann gera.

- Fólkatingsmaðurin er ein viðspælari – sum eisini er hentur hjá landsstýrinum at hava, sigur Sjúrður Skaale, hóast hann fyrst og femst kennir seg at umboða flokkin, hann er valdur fyri.

Sjúrður Skaale vísir t. d. á, at grundlógin skal til fólkaatkvøðu í 2010, og í tí sambandinum fara helst at vera nógvar misskiljingar millum landsstýrið og ríkisstjórnina, sum ein fólkatingsmaður kann rudda av vegnum.

Nú Sjúrður Skaale fer í farloyvi úr løgtinginum, sleppur hann ikki at vera við í skrúðgonguni á ólavsøku.

- Tað hevur nú ikki tann stóra týdningin fyri meg, sigur Sjúrður Skaale smílandi. Hann vil bara gera púra greitt, at fólkantingsstarvið og løgtingsstarvið er so krevjandi, at tú ikki eigur at hava bæði størvinum. Um so verður, at Sjúrður Skaale skuldi verður valdur bæði á fólkating og á løgting, so fer hann at niðurleggja tingsessin. Hóast hann skuldi stillað upp til løgtingið hesa tíðina, so fer hann greitt at boðað frá í valstríðnum, at hann tekur fólkatingssessin fram um løgtingssessin.

Fyri Sjúrð Skaale møtir Finnur Helmsdal á tingi fram til september.