Málið um eitt stórhvalareservat sunnast á jarðarhálvuni, sum landsstýrið og danska stjórnin eru komin í klemmu av, er nú kastibløka millum ymsar partar í politiska umhvørvinum.
Fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum, Sjúrður Skaale, fær málið í lygnhálsin í bløðunum í gjár.
Tí nakrar linjur, ið vónandi kunnu vera við til at lýsa rætta samanheingin.
Spurningurin um hvalareservatið
Í stuttum snýr málið seg um, at nøkur limalond í Altjóða Hvalaveiðunevndini (IWC) vilja fremja eitt uppskot um at banna stórhvalaveiði á einum sjóøki í Suðuratlantshavi. Altso vilja nøkur skipa eitt stórhvalareservat.
Danska stjórnin er, sum flestu vita, samd við landsstýrunum í Føroyum og Grønlandi um, at burðardygg hvalaveiða eigur at verða loyvd.
Hesa prinsippstøðu hevur danska stjórnin framvegis, tó at hon stjórnin er vorðin noydd at broyta sína almennu støðu til spurningin um nevnda hvalareservat.
Meirilutin í Fólkatinginum upploysist
Higartil hevur ein meiriluti í Fólkatinginum bakkað stjórnina – og bæði landsstýrini – upp um sjónarmiðið, at burðardygg hvalaveiða skal loyvast.
Seinnapartin týsdagin 10. juni kemur tó til sjóndar ein broyting á hesum øki. Hetta er dagin fyri, at umhvørvisnevndin í Fólkatinginum skal viðgera og taka støðu til spurningin um stórhvalareservatið.
Á Christiansborg nevnda dag er nógv virksemi í korridorunum. Fyrst frættist, at meirilutin er intaktur, hóast Socialistisk Folkeparti (SF) streingir á fyri at ávirka politikarar og flokkar øvugta vegin.
Seint seinnapartin og út á kvøldið koma onnur politisk tekin. Nú frættist, at ikki bert SF men eisini donsku javnaðarmenninir hava broytt støðu.
Rossahandil um kúlubøkur
Síðani kemur eisini fram, at annar ella báðir teir grønlendsku fólkatingslimirnir eru farnir í andstøðupartin í spurninginum um hvalareservatið.
Fleiri politikarar undrast á, at júst grønlendingar taka undir við spurninginum um at friða stórhval.
Í krókunum hoyrist, at ein rossahandil um stuðul í IWC til loyvi at veiða kúlubøkur fær annan grønlendingin at flyta seg í málinum.
Rossahandlar fáast tó sjáldan váttaðir.
Lobby á Christiansborg
Hetta týskvøldið 10. juni sær altso út til, at danska stjórnin, sum er ein minnilutastjórnin, er í vanda fyri at fáa ein meiriluta í Fólkatinginum ímóti sær. Tað tolir ongin donsk stjórn.
Tí byrjar nú eitt ávíst lobbyvirksemi á Christiansborg.
Undirritaði er við í hesum virksemi saman við stjórnarflokkunum. Endamálið er at vinna stjórnini meirilutan aftur, so uppskotið um hvalareservat ikki skal vinna frama á fundinum í umhvørvisnevndini dagin eftir.
Útpurring til tjóðveldismenn
Sama kvøld setur undirritaði seg í samband við Sjúrð Skaale. Tað tykist, sum hann ikki veruliga fatar, hvat fer fram í korridorunum á Christiansborg hetta kvøldið.
Vit báðir Sjúrður práta saman umvegis telefon, og undirritaði heitir á Sjúrð um at ávirka grønlendsku fólkatingslimirnar, sum jú eru við í Norðuratlantsbólkinum.
Eisini fær Sjúrður Skaale áheitan um at tala við samstarvsflokkarnar hjá Norðuratlantsbólkinum, sum jú eisini hava broytt meining í hesum máli.
Ikki hond frá síðu
Nakað seinni kemur Sjúrður Skaale á skrivstovuna hjá undirritaða.
Vit avráða m.a. at ringja til landsstýrismannin í uttanlandsmálum. Spurningurin er, hvat landsstýrið ger fyri at lobbya fyri føroyska sjónarmiðinum um stórhvalaveiði.
Svarið er negativt.
Uttanlandslandsstýrismaðurin rættir ikki hond frá síðu.
Rópa hart men gera onki
Úrslitið er greitt dagin eftir, mikudagin 11. juni, í umhvørvisnevndini hjá Fólkatinginum.
Andstøðuflokkar, partur av Norðuratlantsbólkinum og samstarvsfelagar hjá Norðuratlantsbólkinum kroysta á hesum fundi stjórnina at taka undir við uppskotinum um hvalareservat í Suðuratlantshavinum.
Við øðrum orðum: Teir, sum her heima geyla harðast um, at stjórnin hevur broytt støðu, gjørdu eitt stað millum lítið og onki fyri at ávirka málið rætta vegin í Fólkatinginum.
Hetta er tað, vit plaga at rópa dupultmoralur.
Hattin av fyri løgmanni
Á tíðindafundi í sambandi við ríkisfundin mikudagin 25. juni greiddi Anders Fogh Rasmussen, forsætisaráðharri, frá samanheinginum, ið eg havi lýst frammanfyri - nevniliga, at Norðuratlantsbólkurin eigur ein part av heiðurinum fyri, at málið gekk, sum tað gekk.
Her vísti løgmaður seg sum ein mann. Hann tók ein part av ábyrgdini av, at hann onki hevði gjørt fyri steðga, at danskir javnaðarmenn broyttu støðu til málið um stórhvalareservat.
Nú reservatið aftan á seinasta IWC-fundin kortini ikki vísti seg at koma ígjøgnum í Altjóða Hvalaveiðunevndini, ætlar løgmaður at fara undir lobbyvirksemið mótvegis danska javnaðarflokkinum.
Betri seint enn ongantíð.
Sjúrður pellar
Fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum hevur ikki sama mansevni sum løgmaður.
Heldur enn at standa við, at hann sjálvur og landsstýrið snorksvóvu, tá arbeiðast skuldi, roynir maðurin av órøttum at flyta fokus við at skriva, at undirritaði hevur skyldina av, at Norðuratlantsbólkurin sveik, tá á stóð.
Slíkt eru menn.
Avmarkaðan týdning
Tað, eg havi sagt, og framvegis standi við, er hetta: málið um stórhvalareservatið á sunnari jarðarhálvu, sum nú kortini ikki er samtykt í Aktjóða Hvalaveiðunevndini, hevur avmarkaðan týdning fyri Føroyar, og tíðin fer helst at vísa, at føroysku áhugamálini verða fullvæl vard, hóast ein meiriluti í Fólkatinginum tekur undir við uppskotinum um reservat.
Undirritaði hevur staðfest, at ein nýggj parlamentarisk støða er í Fólkatinginum, og so má arbeiðast út frá tí veruleikanum.
Apuna eigur Sjúrður Skaale
Spurningurin er nú, um Sjúrður Skaale og hansara felagar munnu vera vaknaðir, ella um teir ætla at sova víðari í Fólkatinginum.
Kanska velur Sjúrður at leggja seg aftur.
Í øllum førum eigur hann at taka politisku apuna við sær.










