Sjúrður Skaale biður um umbering

Sjúrður Skaale, tingmaður fyri Tjóðveldi, biður nú um umbering fyri, at hann brúkti vendingina ?óluksáliga frekt? móti sínum formanni.

Tað skrivar Dimmalætting í dag.

Stríðið var íkomið, tí Helgi Abrahamsen skrivaði eina grein, har hann vísti á, at Høgni Hoydal má gevast við at lúgva um stjórnarskipanaruppskotið. Tá tók Sjúrður Skaale blaðið frá munninum og segði, at Høgni Hoydal er frekur og lýgur.

- Eg varð fleiri ferðir ? bæði í sjónvarpi, á tingi, og so aftur í útvarpi av órøttum lagdur undir at hava brotið eina avtalu ella semju, og at hava givið eftir fyri trýsti frá donsku stjórnuni. Eg gjørdi fleiri ferðir sakliga og róliga vart við, at hetta var ikki rætt. Men tá tað kortini bleiv við, reageraði eg við hasi viðmerkingini til greinina hjá Helga Abrahamsen. Eg átti ikki at brúkt vendingina ?óluksáliga frekt?. Tað vil eg biðja um umbering fyri, sigur Sjúrður Skaale og ásannar, at hann gjørdi ov nógv av.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sigur við Dimmalætting, at tað er einki stríð millum partamenninar.

- Eg havi sagt við Sjúrð, at um hann heldur at flokkurin er á skeivari kós hesum viðvíkjandi, má hann royna at fáa tað broytt á røttum stað í flokkinum, sigur Høgni Hoydal.

Sjúrður Skaale vil ikki svara spurninginum, um hann umhugsar at skifta flokk. Høgni Hoydal sigur seg einki kenna til tær gitingarnar.