Sjúrður og Heðin í Oslo

Hesa vikuna eru Sjúrður Olsen, annar varaborgarstjóri, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, á høvuðsstaðarráðstevnu í Oslo, har evnið er ”Trygg by”.

Á ráðstevnuni greiða umboðini fyri býirnir frá sínum royndum. Millum annað greiðir borgarstjórin frá, um, hvørji viðurskifti kunnu elva til tryggleika og ótryggleika millum børn og ung í Tórshavnar kommunu. Allar átta býirnir leggja fram, og eisini eru fyrilestrar og útferðir á skránni.

Við í føroyska ferðalagnum eru Heðin Mortensen og Sjúrður Olsen, Jens Marius Poulsen, kommunustjóri og Ingibjørg Berg, trivnaðarstjóri.