Í dag eru Sjúrður Skaale og Aksel V. Johannesen farnir til Danmarkar á fund við Helle Thorning-Schmidt.
Endamálið við fundinum er at skipa samstarvið millum føroyska og danska Javnaðarflokkin á fólkatingi. Hóast Sjúrður Skaale ikki verður beinleiðis limur í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi, so fer hann at samstarva tætt við flokkin og verða við í parlamentariska grundarlagnum hjá stjórnini.
Sjúrður Skaale hevur greitt boðað frá, at hann ikki fer upp í Norðuratlantsbólkin. Hann sigur, at bólkurin er farin í søguna, tí har verður í mesta lagi ein tinglimur, tað er umboðið á IA í Grønlandi.
Nývaldi fólkatingsmaðurin heldur, at hann fær nógv størri ávirkan við at »sita við borðið, »har avgerðirnar verða tiknar«, sum hann fleiri ferðir hevur málborið seg. Hann hevur víst á, at við at samstarva við Javnaðarflokkin, sum nú hevur forsætisráðharran, so gevur tað nógv mestu ávirkanina, heldur enn at sita í einum lítlum bólki við tveimum fólkum í andstøðu, sum als onga ávirkan fær.
Við útvarpið í gjár segði Sjúrður Skaale, at hugskotið við Norðuratlantsbókinum var fínt. Man hann vísti á, at tá var bólkurin í andstøður, og tá høvdu teir politikararnir ikki atgongd til makthavararnar kortini. Hann vísti á, at hann fegin vil samstarva við hini norðuratlantisku umboðini á fólkatingi um tiltøk og umboð sjónarmið hjá Føroyum og Grønlandi meira óformelt.
Men eg fari ikki at fráskriva mær møguleikan at fáa ávirkan í Danmark, legði hann dent á.
Í dag fara so Sjúrður Skaale á fund við bólkaformannin hjá danska Javnaðarflokkinum og við Helle Thorning-Schmidt, sum um fáar dagar verður vald til forsætisráðharra í Danmark. Teir fara at leggja til rættis arbeiðið hjá Sjúrði Skaale á fólkatingi, samstarvið við danska Javnaðarflokkin og taka upp aðrar praktiskar spurningar.











