Leygardagin fjórða juni eru sekstifimm ár liðin síðani Sjúrður Kjølbro bleiv borin í heim á Biskupstøð í Klaksvík.
Sjúrður er abbasonur kenda vinnulívsmannin J.F.Kjølbro sála sum um tað mundi var virkin í føroyska vinnulívinum við høvuðssæti og nærum øllum virksemi sínum í Klaksvík.
Gleðin yvir at seinni heimsbardagi júst var av hevði ikki lagt seg, tá Poul Nolsøe (Nølli) og konan Thurid, kundu gleðast um, at teim var føddur ein sunnur og valskaptur drongur.
Dreingjaárini beint eftir kríkslok fekk Sjúrður í Klaksvík, men er hann síðani komin víða um í heiminum við tað, at hann valdi sær sjólívið sum lívsstarv.
Sjúrður tók skipsføraraprógv í sjeytiárunum og hevur hann nærum alla tíðina síðani tá siglt við skipunum hjá Strandferðsluni, eisini í uttanlandasigling.
Eitt ár hevði Sjúrður farloyvi og undirvísti hann tað árið við skúlan á Fossanesi.
Sjúður var við til at stovna Norðoya Bjargingarfelag, og hevur tað sjálvandi hansara áhuga.
Eisini er hann áhugaður í søgu sum hevur atlit til norðoyggjar, skip o.a.
Nógv tey seinastu árini hevur Sjúrður í sínum arbeiði dagliga siglt inn og út av vánni.
Fyrst nógv ár á rutini millum Leirvík og Klaksvík í stórstan mun við strandfaraskipinum Dúgvuni.
Seinastu fimm árini hevur Sjúrður verið skipari á M/f. Sam í sigling millum Klaksvík og Syðradal á Kalsoynni.
Sjúrður er ein av teimum sum nærum eru blivin ein býarmynd. Hann sæst dagliga, annaðhvørt í hvíta Mazda pickuppinum við sínum egnu forbókstavum SK á nummarspjøldrunum, ella á traðkisúklu síni.
Sjúrður er góður at koma á prát við og væl orienteraður um samfelagsviðurskifti.
Við hesum orðum vil eg ynskja tær Sjúrða tillukku við teim sekstifimm.
----------
Vinur.