Sjúrður kennir ikki Tobba

Sjúrður Skaale og Tórbjørn Jacobsen hava seinastu árini verið í tøttum samstarvi bæði á Christiansborg og á Fregnum. Sjúrður Skaale leggur nú Tobba undir at lúgva og svína fólk út.

-Eg havi arbeitt tætt saman við honum á Christiansborg í tvey ár, og eg helt tí, at eg kendi hann, men eftir hesa útspillingina kann eg siga, at eg slettis ikki kenni mannin aftur. Vit hava arbeitt so nógv saman, og tað er ræðandi at koma eftir, at tú als ikki veitst, hvar tú hevur hann. Eg eri sjokeraður av útspillingini frá honum.
Sjúrður Skaale og Tórbjørn Jacobsen hava verið samstarvsfelagir í fleiri ár. Samfelagsfrøðingurin, Sjúrður Skaale, hevur bæði verið skrivari hjá Tórbjørn Jacobsen á Fólkatingi og eitt tíðarskeið var hann eisini blaðstjóri á Fregnum, sum nú útihýsti tjóðveldismaðurin var eigari í.
Sjúrður Skaale er seinasti tjóðveldismaðurin, sum leggur seg út í persónsstríðið millum Tórbjørn Jacobsen og Høgna Hoydal.

Lýgur
Í lesarabrævi í Sosialinum í dag leggur fyrrverandi skrivarin hjá Tórbjørn Jacobsen á Christiansborg hann undir beinleiðis at lúgva, svína fólk til og steina fólk í ryggin.
Spurdur, hvørjar lygnir, hann sipar til í lesarabrævinum, svarar Sjúrður Skaale, at tað er grov lygn, at Høgni Hoydal kann samanberast við manupulatorar sum Pol Pot, Hitler og Stalin.
?Tað er ein grov lygn, at Høgni Hoydal er ein manupulator, sum kann samanberast við heimsins størstu bølmenni. Tað er jú heilt burturvið, sigur Sjúrður Skaale
Hann vísir eisini á, at tað er ein beinleiðis lygn, at Høgni Hoydal verður stýrdur av pápanum, Kjartan Hoydal, úr London, sum Tórbjørn Jacobsen vil vera við.
-Eg havi arbeitt við Høgna í seks ár, og tað er fullkomliga langt úti, at hann skal verða stýrdur av pápa sínum. Her ikki talan um annað enn ærumeiðing og útspilling, sigur hann

Óskiljandi
Nógvar gitingar hava verið um orsøkina til stríðið millum Høgna Hoydal og Tórbjørn Jacobsen. Fíggjarligu viðurskiftini á Fregnum og eitt stríðsval um fólkatingssessin hava verið nevnd sum orsøkir til stríðið.
Sjúrður Skaale hevur arbeitt nógv saman við báðum høvuðspersónunum, og hann dugir ikki at siga, hvat er hent millum Høgna Hoydal og Tórbjørn Jacobsen.
?Eg skilji tað ikki, og eingin skilir tað. Tað einasta eg veit, at Tórbjørn Jacobsen hevur verið ómansligur, dirvisleysur og uttan fyri alt mark.

Undir ábyrgd
Í Sosialinum týsdagin rør fyrrverandi formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, Finnbogi Ísakson fram undir, at Tjóðveldisflokkurin er ódemokratiskur, og sonevnda Hoydals-doktrin setir talu- og skrivifrælsi úr gildi í flokkinum.
?Eg veit snøgt sagt ikki, hvat hann meinar við. Eg er samdur við honum, at tali- og skrivifrælsi skal ráða flokkinum, men tað skal sjálvsagt verður undir ábyrgd. Tú kanst ongantíð verja teg við tali- og skrivifrælsi, at fólk spilla onnur út og baktala. Tað er vittleyst at verja lygir og útspilling við talufrælsi. Eg eri vísur í, at varð Finnbogi Ísakson spiltur út upp á handan mátan, so hevði hann ikki vart seg við talifrælsi. Eg haldi snøgt sagt hatta er grotekst av Finnboga, vísir Sjúrður Skaale á.
Sjúrður er samdur í, at flokslimir skulu hava loyvi at vera rúkandi ósamdir og hava øðrvísi sannføring um ymisk mál, men tað mál altíð hava samband við sannleikan og veruleikan

Røtt avgerð
Sjúrður Skaale er sannførdur um, at Tjóðveldisflokkurin gjørdi rætt við at útihýsa Tórbjørni Jacobsen úr flokkinum. Hann vísir á, at atburðurin hjá Tórbjørni Jacobsen hevði ikki gingið nakra aðrastaðni í heiminum.
?Tað sigur seg sjálvt, at eingin kann góðtaka slíkan atburð. Eingin javnaðarmaður hevði sloppið óskakaður at framt ógvuslig álop á Jóannes Eidesgaard, pápa hansara og familjuna, og mátti avleiðingin verða ein útihýsing. Sjálvsagt mátti tað fáa avleiðingar, tí fólk kunnu ikki kenna seg væl í einum Tjóðveldisflokki, har tað loyvt at svína hvønn annan úr, sigur hann.

Kommunuvalið
Um ein lítla viku verður kommunuval kring landið, og leysatíðindi í donskum fjølmiðlum vilja vera við, at eitt Fólkatingsval lúrir um ársskiftið. Spurdur um tað er væntandi, at fólk fara at himprast við at velja flokkin eftir alt rokið seinastu tíðina, svarar Sjúrður Skaale, rokið seinastu tíðina kann gerast ein vanlukka fyri flokkin.
?Skal Tjóðveldisflokkurin hava nakran møguleika til kommunuvalið ella Fólkatingsvalið gerst neyðugt, at flokkurin fer undir at byggja trúvirðið aftur, tí tað sigur seg sjálvt at einki fólk ynskir at atkvøða fyri einum flokki, har limirnir svína hvønn annan úr og traðka hvønn annan, sigur Sjúrður Skaale at enda.