Sosialráðgevarafelag Føroya hevur havt aðalfund. Har varð gamla nevndin afturvald og hon skipaði seg sama dag við Sjúrði Johannesen sum formanni, Marjuni Berg næstformanni og Ebbu Parker Øre sum kassameistara.
Sum varalimir vóru vald Oda Jóhansdóttir og Lene Rauff Nielsen.
Ein av teimum stóru avbjóðingunum sosialráðgevarafelagið hevur fyri framman komandi árið, er ein norðurlendsk ráðstevna sum verður í Føroyum miðskeiðis í mars 2012. Felagið hevur boði seg f til at standa fyri ráðstevnuni har gestir koma úr øllum norðurlondum.
Ì hesum sambandi var ein fyrireikingarbólkur valdur á aðalfundinum.
Eftir ætlan verður eitt av høvuðsevnunum á ráðstevnuni. Sosialráðgevi í einum pinkusamfelag . Tað áhugaverda í hesum evni er hvussu torført tað kann verða til tíðir, at hava eitt professionelt samband við menniskju sum tú dagliga møtir í keypssamtøkuni !
Annars hevur felagið sett sær fyri, at halda eitt vaki eyga við rembingunum á sosiala økinum í Føroyum í løtuni. Tað eru fleiri viðurskiftir vit seta spurnartekin við og her ætlar felagið at seta síni fingramerkir , soleiðis at tey menniskju í hava tørv á hjálp og stuðli, ikki detta niður ímillum í óhepnum óumhugsanum sparingum.
Myndin er av Sjúrði Johannesen, formanni.