Í samband við 100-árahaldið leygardagin 5. mai, sum var í gjár, varð nýtt búmerki hjá Føroysku Sjómansmissiónini eisini avdúkað. Tað er Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, sum hevur teknað.
Um búmerkið sigur Sjúrður Højgaard m.a.:
- Vit síggja ein bjargingarring við tveimum aldum aftanfyri. Í bjargingarringinum er krossmerkið, men á sama hátt sum tað er í føroyska flagginum. Krossurin sæst klárt í tí reyða og ljósabláa litinum í bjargingarringinum, sjálvt um krossurin er opin innast.
Lagt verður aftrat, at boðskapurin í búmerkinum er, at Føroyska Sjómansmissiónin kemur sjófólkinum nær og lyftir upp bjargingarringin fyri teimum, sum er krossurin. Haraftrat kann sigast, at reyði liturin er Jesu blóð, og ljósablái liturin er himmalin.
- Guds andi sæst í búmerkinum. Í ovaru helvt av ringinum til høgru brennur ringurin út í hvítt. Tað hendir, tá eitt bjart, hvítt ljós er til steðar. Yvir ringinum er altso eitt bjart ljós, sum er hvítusunnuljósið, ljósið sum skein á Saul á veg til Damaskus, og flamman yvir arbeiðnum er Guðs andi.
Sjúrður Højgaard vísir á, at uttan Guðs anda, er alt jú bert kjøt og tí gagnleyst. Men, við Guðs andans hjálp, leiðslu og nærveru ígjøgnum bøn er Guðs signing við í verkinum.
Tað er Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini, sum í kvøld ber tíðindini um nýggja búmerkið og lýsingina hjá grafiska sniðgevanum um sama.