Mikukvøldið 16. januar - tað er nú mikukvøldið - skipa Lívfrøðingafelagið og Fuglafrøðifelagið fyri almennum fyrilestri.????
Tað verður Sjúrður Hammer, sum fer at greiða frá um, hvussu tað ber til at brúka ymiskan fugl til óbeinleiðis at skilja broytingar í havumhvørvinum, bæði tá ræður um vistfrøði og dálking.???
Sjúrður Hammer er lívfrøðilesandi/ Phd-lesandi á Universitetinum í Glasgow.
Fyrilesturin verður í Ovastovu í Nóatún mikukvøldið klokkan 19.
Nevndirnar í báðum feløgunum, sum standa aftanfyri fyrilestrartiltakið, vóna, at nógv fólk koma at lýða á.