Sjúrður Fróði Olsen professari

Dr.med. Sjúrður Fróði Olsen úr Havn varð 1. februar útnevndur til professara í epidemiologi við ?Det Sundhedsvidenskablige Faktuelt? á universitetinum í Aarhus.

Sjúrður hevur kannað hvønn týdning maturin hevur fyri kvinnur, sum eru við barn. Í kanningunum hevur hann sammet matvanar í Føroyum og Danmark. Í samstarvi við Perinatal-Epidemiologisk Forskningsenhed á sjúkrahúsinum í Skejby hevur hann gjøgnumført eina stóra evropeiska kanning við at geva tilskot av fiskaolju til kvinnur, sum eru við barn. Í løtuni er hann við leggja ætlanir um eina kanning av kvinnum, sum eru við barn í Kina, har tær ikki eta nógvan fisk. Hendan kanning skal vísa um tilskot av fiskaolju minkar um vandan fyri, at børnini verða ov tíðliga fødd og minka um vandan fyri trupulleikum hjá ov tíðliga føddum børnum.
Tey seinnu árini hevur Sjúrður arbeitt við donsku verkætlanini ?Bedre sundhed for mor og barn?, har 100.00 kvinnur, ið eru við barn, luttaka. Hetta er størsta kanningin av sínum slagi í heiminum. Sjúrður samstarvar við fleiri altjóða granskingarstovnar.
Sjúrður, sum er 45 ára gamal, bleiv í 1984 cand.med á universitetinum í Keypmannahavn, og í 1987 bleiv hann M.Sc. í epidemilogi á London School of Hygiene and Tropical Medicine. Á universitetinum í Aarhuus vardi hann sín doktararitgerð í 1993 og sína ph.d.-ritgerð í 1994.