TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal, reportari hjá FM1 gjørdi við Sjúrð Olsen, ið gjørdist toppskjútti hjá VÍF, tá VÍF í høllini á Hálsi í Havn vann tryggan 29-23 sigur á Neistanum. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.
At Mladen Mjerimacka stongdi málið hjá VÍF í nærum eitt korter í seinna hálvleiki var avgerandi staðfestir Sjúrður Olsen, men hann fegnast eisini um, at teir hjá VÍF høvdu sera gott tak á verjupartinum.
Persónliga kann Sjúrður Olsen eisini fegnast um, at hann annan dystin á rað fekk sjey mál fyri VÍF. Í farnu viku skoraði Sjúrður sjey mál ímóti KÍF.
- Hetta var ein ótrúliga góður dagur, sigur ein fegin Sjúrður Olsen.
HER ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum, og at hoyra Claus Rasmussen taka samanum dystin.
HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá Neistanum, Tróndur Kragesteen.