Millum málini á skránni var val av nevndarlimum, og her hevði Símun Midjord boðað frá, at hann ikki longur hevði umstøður at røkja sín nevndarsess. Í hansara stað varð Niels Jákup Heinesen valdur. Nýggja nevndin hevur skipað seg við Sjúrði Norðbúð sum formanni. Hannis Egholm er næstformaður, Niels Jákup Heinesen er kassameistari og Mikkjal Helmsdal er skrivari. Fimti nevndarlimurin er Judith Eysturoy, og Bárður Olsen og Aage Jensen eru tiltakslimir.