Sjórænararnir skutu gíslarnar

Tað miseydnaðist í dag amerikonskum herflotamonnum at fría fýra amerikanskar ríkisborgarar, sum høvdu verið gíslar hjá somaliskum sjórænarum, síðani sjórænararnir rændu stuttleikabát teirra fyri nøkrum døgum síðani.

Ein talsmaður fyri amerikanska herflotan sigur, at hermenninir gjørdu av at fara umborð á tann rænda bátin, tá teir hoyrdu skot umborð á bátinum. Sambært talsmanninum høvdu sjórænararnir skotið teir fýra gíslarnar.

Tvir av gíslunum, hjúnini Jean og Scott Adams, áttu stuttleikabátin Quest. Tey løgdu frá landi fyri sjey árum síðani og vóru á veg runt jørðina.

Sjónvarpið CNN sigur, at tveir sjórænarar doyðu, og at 13 aðrir vórðu tiknir.