Tætt var millum tráðurnar á Kósabrúnni í gjárkvøldið, tá ið Sjómannadagurin byrjaði við einum framúr væleydnaðum familjutiltakið. Børnini løgdu líka í fiskidagakjak og húkakreppu. Her varð fiskað, sum stóð tað um lív, børnini koyrdu agn uppá og hildu sjálvi á tráðuni, og tá so tað stóð á dorgini, hjálptu foreldrini spent til at fáa fongin í land.
Fiskikappingin vardi ein tíma, og í dýrdarveðri við setandi sól gekk tímin skjótt. Fyriskipararnir vóru sjórænaraklæddir og tað sama vóru mong av børnunum. Tá ið fiskikappingin varð farið í sjórænarakríggj.
Tað kendist næstan sum lagnurnar speisemi, at samstundi sum landsins hægstu menn og kvinnur standa í orrustu um framtíðina hjá húkaflotanum, royndu útróðramenninir í Klaksvík ein alternativan vinnuveg fyri siðbundnu útróðrarbátarnar.
Men inntøkurnar frá tiltakinum vóru ikki stórar, alt tiltakið var ókeypis, soleiðis sum siður er á Sjómannadegnum. Hetta var ein góð byrjan til ársins sjómannadag. Meðan stríð og rumbul valdar í politikkinum, ráddi hugnin og spæligleðin á bryggjuni og vágni í Klaksvík.
Sí annars myndatema á Portalinum