Sjórænarar tola ikki Britney

Hittini hjá Britey Spears verða brúkt at ræða sjórænarar burtur við

Hóast teir hótta við automatiskum riflum, granatum og revolvarum, so kann tónleikur verða eitt gott mótvápn. Tað heldur í øllum førum skotska Rachel Owens, ið arbeiðir umborð á einum stórum tangaskipi, sum siglir í afrikanskum øki, har sjórænarar gera um seg.
Afrikanskir sjórænarar orka nevniliga ikki fyri vesturlendskari mentan og tónleiki, og tí hava teir hug at halda seg burtur, um teir hoyra popptónleik. Sambært Rachel Owens skulu hittini hjá Britney Spears verða serliga góð at ræða sjórænararnar burtur við.
- Okkara trygdarlið valdi sangir sum Toxic og Baby One More Time, tí teir vóru góð dømi um vesturlendskan popptónleik, sum sjórænararnir ikki orka fyri, sigur Rachel Owens sambært Time á netinum.
Blaðið heldur, at aðrir tónleikarar kundu eisini verið brúktir, men endamálið við tónleikinum er ikki fremja tortur, men meira at irritera sjórænararnar.
- Eg vildi mett, at sangir hjá Justin Bieber høvdu verið í stríð við Geneva konventiónina, sigur Steven Jones, sum arbeiðir við trygd á sjónum.