Sjórænarar til viðgerðar á tingi í dag

- Hvør hevur ábyrgdina, um eitt skip undir FAS skipanini verður fyri sjóráni? Hesum spurningi frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, skal uttanríkisráðharrin svara á tingfundi í dag.

Á løgtingsfundinum í dag skal Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við uttanlandsmálum, svara einum munnligum fyrispurningi frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tilbúgvingini av skipum undir FAS.

Um eitt skip, sum er skrásett undir FAS, verður fyri sjóráni ella øðrum óhappi í fremmandum sjóøki, eru tað tá føroyskir myndugleikar, sum hava ábyrgdina av at fáa málið loyst? Tað spyr Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, í einum munnligum fyrispurningi til Jørgen Niclasen, landsstýrismann við uttanlandsmálum.

Í øðrum lagi spyr løgtingsmaðurin, hvussu umrødda tilbúgvingin er skipað, um so er, at ábyrgdin liggur hjá føroyskum myndugleikum.

Helgi Abrahamsen vísir á, at samtíðis sum fleiri og fleiri skip verða skrásett undir Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini (FAS), hoyra vit javnan um farmaskip, sum verða fyri óhappi úti í stóru verð.

- Tey seinnu árini er talið av sjóránum eisini økt, serliga úti fyri Somalsku strondini, sigur løgtingsmaðurin, sum vil hava at vita, hvør hevur ábyrgdina av tilbúgvingini av hesum skipum, sum formliga eru heimahoyrandi í Føroyum, og hvussu eru vit fyrireikað at møta einum slíkum máli, um ábyrgdin liggur hjá okkum?

Spurningurin verður svaraður á tingfundinum í dag.