Somaliskir sjórænarar rændu í gjár tað lítla tangaskipið «Pramoni», sum er skrásett í Noregi, og sum norskir og útlendskir íleggjarar eiga. Aftenposten skrivar, at 24 mans eru við skipinum. 17 teirra eru indonesar, fimm eru úr Kina, ein er úr Nigeria, og ein er úr Vietnam.
Ein talsmaður fyri teir norsku eigararnar sigur við blaðið, at felagið fer at kunna íleggjararnar í dag um tað, sum er hent.
?Pramoni? er tryggjað hjá norska bankanum DnB NOR, og hann verður eisini kunnaður um málið í dag, sigur kringvarpið NRK.