Vápnaðir sjórænarar hava tikið eitt farmaskip úr Hongklong í Adenvíkini úti fyri somalisku strondini Altjóða sjóferðslustovnurin sigur, at 22 fólk eru við farmaskipinum, sum bleiv rænt í gjár.
Skipið var á veg til Asia og sigldi í tí serliga trygdarøkinum, sum herskip og flogfør hava eftirlit við. Kortini bleiv tað ræønt.
Hetta er 12. ferð í ár, at sjórænarar ræna handilsskip úti fyri somalisku strondini.