Somaliskir sjórænarar hava tikið eitt bingjuskip hjá Mærsk í Indiska Havinum. Skipið siglir fyri amerikanskar myndugleikar Sjóferðslumyndugleikar siga, at skipið var einar 350 fjórðingar úr landi, tá tað bleiv rænt.
21 amerikanarar eru við skipinum, sum eitur Maersk Alabama, og sambært East African Seafarer´s Assistance Programme í Kenya hava tey tað gott.
A.P. Møller-Mørsk sigur í tíðindaskrivi seinnapartin, at skipið siglir undir amerikonskum flaggi.