24 somaliskir sjórænarar, sum eru umborð á danska herskipinum Esbern Snare, skulu nú setast í land og rættarsøkjast í Kenya. Kenyanska ákæruvaldið hevur boðað donsku myndugleikunum frá, at tað er til reiðar at taka ímóti teimum 24 monnunum og at fara í rættin við teimum.
Lene Espersen, uttanríkisráðharri, er sera væl nøgd við, at Kenya er sinnað at seta teir somalisku menninar fyri rættin, so teir kunnu fáa ta revsing, sum teir eiga at fáa. Sambært tíðindstovuni Ritzau hevur danska uttanríkisráðið lagt nógva orku í at fáa avtaluna við Kenya í lag.
Teir 24 somalisku menninir hava verið umborð á Esbern Snare síðani miðskeiðis í mai.