Sjórænarar í Somalia hava tikið eitt fullfermt saudiarabiskt oljutangaskip Somaliskir sjórænarar hava tikið eitt saudiarabiskt tangaskip, sum nú ligggur fyri akkeri úti fyri somalisku strondini.
Saudiarabisku myndugleikarnir siga, at skipið hevur fulla last, og at oljan í tangunum er einar 600 milliónir krónur verd.
Roknað verður við, at sjórænararnir fara at krevja loysigjald fyri skip og manning, men tað er ikki greitt, um nakað krav er komið frá teimum.
25 mans eru við skipinum. Teir eru úr Bretlandi, Kroatia, Filipsoyggjunum, Pólandi og úr Saudiarabia.