Sjórænarar keypt vápn hjá Gaddafi

Teir somalisku sjórænararnir hava keypt fleiri sløg av vápnum úr vápnagoymslum hjá gamla Gaddafi-stýrinum í Libya. Eitt nú hava teir fingið fatur á smáum rakettum, sum teir kunnu brúka, tá teir skulu ræna skip úti fyri somalisku strondini. Tað sigur suðurafrikanski granskarin Judith van der Merwe sambært tíðindastovuni Reuters.

-Vit eru komin eftir, at støðugt fleiri libysk vápn verða seld á tí svarta marknaðinum, sigur Judith van der Merwe, sum er viðurkend sum granskari innan afrikonsk viðurskifti og yvirgang. Hon leggur afturat, at tað var aftan á fallið hjá Muammar Gaddafi, at vápn úr Libya komu á tann svarta marknaðin.

Fyrr í dag boðaði danska herflotaleiðslan frá, at danska herskipið Absalon hevði bjargað 12 gíslum, sum vóru umborð á einum sjórænaraskipi úti fyri Afrikanska Horninum. 16 sjórænarar vórðu tiknir.