Fleiri væntaðu, at flóðaldan í Landssynningsasia annan jóladag hevði gjørt enda á virkseminum hjá sjórænarunum, men so er ikki. Teir fimm mánaðarnar, sum eru farnir av hesum árinum, hava fimm norsk handilsskip verið fyri sjórænaraálopi, og tað sama er hent skipum úr fleiri øðrum londum.
Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu álvarssom sjórænaraálopini eru. Í fleiri førum sleppa sjórænararnir ætlanini, tá teir síggja, at manningin er á varðhaldi, men í øðrum førum leypa teir á við skotvápnum og knívum. Í fjør doyðu meiri enn 30 sjómenn í slíkum álopum. Tá vórðu meiri enn 350 sjórænaraálop skrásett.
Í seinastuni hava londini í Landssynningsasia lagt størri dent á at fyribyrgja sjóráni. Tann vandamesta farleiðin er Malakka-sundið, sum er ein av lívsæðrunum hjá farmasiglingarvinnuni, tí umleið ein fjórðingur av øllum heimshandlinum gongur tann vegin. Eitt nú fáa japanar 80 prosent av sínari olju ígjøgnum sundið, og tað hevur fingið japonsku myndugleikarnar at herða bardagan ímóti sjórænarunum.
Men trupulleikar eru við at fáa londini at samstarva. Fleiri lond hava boðið sær til at hjálpa til í bardaganum ímóti sjótænarunum, men stjórin i norska reiðarafelagnum, Arild Wegener, sigur við Aftenposten, at Indonesia og Malaysia rokna Malakka-sundið sum teirra sjóøki, og tey vilja tí ikki góðtaka, at onnur lond hava eftirlit við ferðsluni har.