Seks somaliskir sjórænarar komu í dag fyri rættin í París, ákærdir fyri at hava tikið 30 fólk av franska skemtiskipinum Le Pontant gíslar í Adenflógva í 2008.
Teir seks menninir eru millum 25 og 50 ára gamlir, og ein teirra hevur viðgingið, at hann hevur verið sjórænari. Tveir hava viðurkent, at teir fóru umborð á franska skemtiskipið, men teir siga, at ørindini vóru at taka sigarettir og annað rúsevni. Hinvegin halda teir uppá, at teir gjørdu ikki manningini nakað.
Sjórænararnir tóku Le Pontant (myndin), tá skipið var á veg frá Seychellunum til Jemen. Teir lótu seinni manningina leysa ímóti loysigjaldi, men tað eydnaðist servandum fronskum hermonnum at taka sjórænararnar og at flyta teir til Fraklands.