Tíggju somaliskir sjórænarar eru funnir rekandi deyðir á havinum úti fyri somalisku strondini. Teir tíggju menninir royndu at ræna eitt russiskt tangaskip í síðstu viku, men eitt russiskt herskip kom á staðið og tók teir. Russiska herskipið slepti sjórænarunum leysum og setti teir í ein lítlan bát 60 fjórðingar úr landi.
Nú er báturin funnin, og allir menninir lógu deyðir í honum, skrivar Reuters, og russisku myndugleikarnir hava eisini váttað tíðindini.
Talsmenn fyri russisku sjóvinnuna hava funnist hvassliga at framferðini hjá herskipinum. Teir bera ótta fyri hevndartiltøkum ímóti russiskum sjómonnum og skipum, sum sigla úti fyri somalisku strondini.