Sjórænarar dømdir í fongsul

Rætturin í týska býnum Hamburg hevur dømt 10 menn úr Somalia millum tvey og sjey ára fongsul, tí teir rændu eitt týskt farmaskip úti fyri somalisku strondini í apríl í 2010.

Eitt niðurlendskt herskip setti menn umborð á tað rænda farmaskipið, og tað eydnaðist teimum at taka sjórænararnar, sum síðani vórðu sendir til Týsklands. Kanningarnar hava tikið drúgva tíð, tí tað var torført hjá týska ákæruvaldinum at fáa neyvar upplýsingar um eitt nú nøvn og aldur hjá monnunum.

Tað hava verið munandi færri sjórán úti fyri eysturafrikonsku strondini í ár enn undanfarin ár. Sjóferðslumyndugleikarnir siga, at higartil í ár eru 34 skip álopin. Alt árið í fjør var talið 176.