Ein dómstólur í Spania dømdi í dag tveir somaliskar sjórænarar 439 ára fongsul fyri at hava verið við til at ræna ein spanskan trolara og manningina um heystið í 2009. Eitt spanskt herskip tók teir báðar menninar, tá teir fóru av trolaranum tveir dagar aftan á ránið. Teir vórðu fluttir til eitt fongsul í Madrid, og har hava teir verið síðani.
Dómarin dømdi teir báðar menninar sekar í at hava rænt eitt skip og fyri at hava tikið manningina av ræði. Hinvegin vórðu teir fríkendir fyri yvirgang og fyri at vera limir í einum brotsmannafelagsskapi.
Eftir spanskari lóg kunnu teir báðir somalisku sjórænararnir sita í mesta lagi 30 ár í fongsli, sama hvussu drúgva revsing teir fingu í rættinum.
Teir 36 menninir við spanska trolaranum Alakrana vóru fangar hjá sjórænarunum í 47 dagar. Í rættinum kom fram, at sjórænararnir fingu góðar 20 milliónir krónur í loysigjaldi fyri skip og manning. Tað vilja spanskir myndugleikar ikki vátta, skrivar AFP úr Madrid.