Sjórán fíggja yvirgang

Jopling lordur, sum er NATO-ráðgevi í sjórænaraviðurskiftum, ávarar nú um, at tað er ikki óhugsandi, at pengarnir, sum teir somalisku sjórænararnir fáa í loysigjaldi, verða brúktir til at fíggja yvirgangsvirksemi við.

Ávaringin kemur, eftir at somaliskir sjórænarar hava kravt fýra milliónir pund í loysigjaldi fyri bretsku hjúnini Paul og Rachel Chandler, sum sjórænararnir tóku í næstsíðstu viku.

Sambært bretskari lóg hava reiðarí heimild til at rinda loysigjald fyri skip, sum eru rænd, men Jopling lordur ávarar um, at tílíkt loysigjald kann enda sum fígging til eitt nú al-Qaeda.