Sjúrða er seingjarliggjandi

Sjúrða Gaard er ein teirra, ið hevur ein koyristól, ið als ikki nøktar hennara tørv. Sjúrða er ógvuliga ringur spastikari. Tí skal hon hava ein koyristól, ið er ógvuliga fínt innstillaður til hennara

 

Ein teirra, ið líður undir ikki at hava nóg góðan koyristól, er Sjúrða Gaard úr Eysturoynni. Hennara koyristólur er ógvuliga vánaligur, og tí kann Sjúrða bara sita upp nakrar fáar tímar um dagin.

Starvsfólkið á Eirargarði segði okkum, at Sjúrða onkuntíð bara situr uppi í koyristólinum í tveir tímar um dagin, tí koyristólurin er so vánaligur. Tað er gott fyri hana at sita nógv uppi hvønn dag, men hetta ber nú ikki til. Hon hevur brúk fyri einum serkønum at stilla sín koyristól, men viðkomandi er í summarfrí.

Tá hon fær krampa ella spenningar, so glíður hon niður í vinstru síðu, og høvdið hongur útav. Eisini fara beinini av lagi rættiliga skjótt.

? Tað kann ikki vera rætt, at Sjúrða skal liggja allan dagin, heldur mamma Sjúrðu. Hon sigur, at politikararnir skulu játta meira pening til hetta økið.