Sjónvarpsstjórin bíðar eftir tingmonnum

Nýggi sjónvarpsstjórin, Mikkjal Helmsdal hevur gjørt sítt heimaarbeiði og hevur greinað út hvat tað kostar at náa endamálinum hjá Sjónvarpinum. Men um málsetningurin skal umdefinerast, tað letir hann politikkararnur um at avgera.
-Vit hava lagt upp fyri Mentamálaráðnum, at farið verður undir viðgerðina av endamálinum hjá Sjónvarpinum. Skulu vit senda tað sama sum í dag og alt skal verða føroyskt og føroyskað, so er prísurin 70 milliónir krónur. Hetta hava vit sett fram sum eina visión fyri at byrja eina samrøðu, sigur Mikkjal Helmsdal, sjónvarpsstjóri.
-Sum eg skilji, so ætlar mentamálaráðharrin at fara undir eina breiða viðgerð við flokkarnar á tingi um framtíðina hjá sjónvarpinum. Eg hevði ein fund við Mentamálaráðið hósdagin, har eg greiddi frá upplegginum og nú liggur bólturin hjá Mentamálaráðnum, sigur Mikkjal Helmsdal